Føroysku bókasøvnini
“Tey føroysku bókasøvnini” er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið. Stig var tikið til at menna eitt samstarv, soleiðis at øll bókasøvn í Føroyum kunnu standa sterkari í tí almenna rúminum. Fleiri verkætlanir eru ávegis, og hesar fara at koma bókasøvnum og bókasavnsbrúkarum um alt landið til gagns.
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Tíðindaskriv
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Nýstovnaða virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.
Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.
Til ber at atkvøða frá 1. februar og fram til 1. mars.
Føroysku Bókasøvnini