Reglugerð

Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum

§ 1
Virðislønin ber heitið Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
§ 2
Føroysku bókasøvnini lata virðislønina á hvørjum ári.
§ 3
Virðislønin verður latin einum verki, sum er til vaksin.
§ 4
Tey føroysku bókasøvnini áseta virðislønarupphæddina.
§ 5
Ein fimmmannanevnd við umboðum frá teimum føroysku bókasøvnunum ger av, hvørji verk verða tilnevnd lesaravirðislønina.
Umboð fyri bókasøvn við starvsfólki, ið hevur bókasavnsfakliga útbúgving, sita í nevndini.
Forfólkið í nevndini kallar inn til fundar fyrst í hvørjum ári. Landsbókavørðurin tryggjar, at nevndin er virkin sambært reglugerð.
Nevndin skal skipa fyri atkvøðugreiðslu millum føroyskar lesarar.
Verkið, ið fær flestar atkvøður, fær virðislønina.
§ 6
Nevndin velur á hvørjum ári, hvørji verk verða tilnevnd. Tilnevningin byggir á útlánshagtøl hjá teimum føroysku bókasøvnunum. Treytin er, at tey tilnevndu skulu vera skrásett á føroyska bókalistanum.
§ 7
Virðislønin verður á vári á hvørjum ári handað á einum bókasavni. Nevndin ger av, hvar virðislønarhandinin fer fram. Fyrsta lesaravirðislønin verður handað á vári 2024.

Føroysku Bókasøvnini