Eyðun Klakstein: Lygn

Tey tilnevndu vóru:
Ingun Christensen:
Vilstar røtur
Tiðindakvinnan Báralda arvar eina ommu, sum hon ikki visti av, og fer at granska slektina. Hon kemur fram á eina fløkta søgu um stættarmunir, loynimál og harðskap í seks ættarlið
Aðrar útgávur hjá Ingun Christensen
Sólgrátur / 2022
Húsfrúgvin í Húsavík / 2019
Løgmansdóttirin á Steig / 2019
Marin fær ein lítlabeiggja / 2019
Katrin í Toftum / 2018
Eyðun Klakstein:
Lygn
Søga um, hvat kann henda, tá tann fjalda fortíðin bankar á dyrnar, og hvussu tøgn og lygnir kunnu broyta lívið hjá menniskjum. Beiggi Sáru Emmudóttur doyr brádliga, og dagin eftir fær Sára hondskrivað bræv við boðunum: “Hann gjørdi tað ikki”. Sára verður noydd at leita aftur í fortíðina, sum hon flýddi frá. Hon fer eftir pappeskjuni við gomlu myndunum, sum hon ongantíð aftur ætlaði at hyggja at. Slóðirnar leiða til rockkonsert í Havn fyri tjúgu árum síðani, tá ið ung kvinna doyði í eftirveitsluni
Aðrar útgávur hjá Eyðun Klakstein
List / 2021
Sólrún Michelsen:
Sára Malena : seinasta gandakellingin í Føroyum
Søgurnar um Sáru Malenu í Skúgvi eru nógvar. Hon livdi í 19. øld og var løgd undir at duga gand, tí ræddust fólk og skýggjaðu hana. Hon var einsamøll og forfjónað, happað og útihýst og upplivdi ongantíð kærleika. Fólk vóru sannførd um, at hon við sínum orðum var atvoldin til, at bátar gingu burtur og menn doyðu á løgnan hátt
Aðrar útgávur hjá Sólrún Michelsen
Fáur fær tráðin heilt slættan / 2021
Ein annar er gull / 2020
Ein táttur er silvur / 2019
Morgunfrúa / 2018
Ein farri av fráferð / 2016